| has gloss | fao: Trygd ella Trygd P/F er elsta og næststørsta skaðatryggingarfelag í Føroyum. Trygd varð stovnað í 1932 og teknaði tryggingar fram til 1940, tá ið kunngerð kom í gildi, sum forðaði Trygd fyri at tekna nýggjar tryggingar. Tryggingarnar hjá Trygd vórðu eftir hetta umsitnar av Tryggingarsambandið Føroya. Einkarrætturin innan tryggingarøkið var tikin úr gildi í 1997. Í februar 1998 fór Trygd aftur undir at tekna tryggingar í Føroyum, sum varð endurreist av Føroya Banka. Føroya Banki eigur framvegis partapeningin í Trygd. Trygd teknar flest allar vanligar skaðatryggingar, tó ikki trygging til størri skip. Stjóri í Trygd er Jean Djurhuus. |